
MJ sniðgeving
MJ Sniðgeving er ein fyritøka, ið ger heimasíður til størri og smærri fyritøkur.
Vit stremba eftir at ganga tær á møti uttan mun til ynskir, dreymar og príslegu.
Eg eiti Marin Jakobsen, eg eri 23 ár og hava arbeitt við marknaðarførslu seinastu tvey árini, umframt at hava mín egna vanga á sosialu miðlum, har eg eri sera aktiv.
Mær dámar væl at vera kreativ við at seta saman videobrot, gera lýsingar og sniðgeva heimasíður.
Eg havi tað seinasta árið lagt merki til, hvussu lýsingar og heimasíður eru við til at økja søluna. Eitt nú við at skaffa fyritøkuni kundar, ið sita heima ella ikki tíma út í handlar at keypa.
Hevur tú eina heimasíðu, eru tú og kundin bert eitt "klikk" frá hvørjum øðrum.
Tað besta er at tú kanst avgreiða søluna ómakaleyst, enntá uttanfyri upplatingartíðir.
MJ Sniðgeving hevur gjørt heimasíðuna www.marjunheima.fo, umframt hesa www.mjsnidgeving.com
Tú kanst seta teg í samband við meg her:
Tlf: +298 281700
Mail: mjsnidgeving@gmail.com